Samband

P/F Jógvan Weihe 
Stiðjagøta 10 
110 Tórshavn 
Tel: 35 38 97 
Fax: 35 38 98 
weihe@weihe.fo

Vit hava soleiðis opið:         
Mánad.- Fríggjad. 
8.00 - 17.30 
Leygard. 9.00 - 14.00

Um okkum

Frá ongum til nógv

Fyritøkan hjá Jógvani Weihe í Havn byrjaði sum heilsøla í 1991 við, at maðurin aftan fyri fyritøkuna var arbeiðsleysur. Við áræði og áhaldni varð bygd upp ein nýggj fyritøka, og í dag er handilin í Stiðjagøtu ein av kendastu handlum av sínum slagi í landinum yvirhøvur.

Skalt tú keypa ein svøvil, eina byrsu, einar hosur ella ein platt av hoyggi, fyri ikki at tala um setepli ella útgerð til urtagarðsrøkt, er tað eitt gott hugskot at tosa við fyritøkuna Jógvan Weyhe í Stiðjagøtu í Havn. Tí her er mangt og hvat at finna. Og hava vit ikki vøruna á goymslu, eru umboðini so mikið nógv, at til ber ivaleyst at hjálpa tær við at fáa tað, tú manglar, so ella so.

Handilsmaðurin Jógvan Weihe starvaðist hjá eini handilsfyritøku, sum helt uppat, og Jógvan gjørdist arbeiðsleysur. Tað var tó einki at liva av, so hann byrjaði saman við konuni Hildibjørg sjálvur at handla. Hildibjørg passaði handilin, sum at byrja við helt til í leigaðum hølum í Havn, meðan Jógvan ferðaðist kring landið at banka á dyr og vitja diskar og skrivstovur. Í dag starvast átta fólk í fyritøkuni, og synirnir Ólavur og Gunnar Oluf hava tikið yvir. Eftir at hava húsast í leigaðum hølum ymsastaðni í Havnini, flutti fyritøkan í 2004 í nýggjan, rúmligan handilsbygning við Stiðjagøtu í úti í Havnardali.

Her ber til at fáa mestsum alt, ið hevur við eitt nú arbeiðsklæðir, fiskireiðskap, bæði vinnuligan og til frítíðarfisking, at gera.

Frítíðarfiskarin leitar sær tíðum burtur úr bygdum øki, og tá er gott at hava góða “campingutgerð” við sær. Og vita, um hon ikki eisini fæst frá okkum. Ikki sannheit? Tú kennir ivaleyst longu svarið, tí sjálvandi ger hon tað.

Til frítíðarfiskaran, sum fer í bát, krevst nógv útgerð. Bæði sjálvboðin og kravd. Eitt nú trygdarútgerð so sum bjargingarvestar og draktir. Her liggja vit væl fyri á marknaðinum við kenda merkinum Regatta.

Eitt sindur av stuttligum orðaspæli hevur verið at sæð í lýsingunum, tá lýst hevur verið við útgerð til “weihemannin”, sum ætlar at skjóta fugl ella haru. Tí er talan um byrsur, patrónir ella slíkt, sum brúkast skal til røkt av vápnum ella amboðum, er tað eisini at fáa hjá Jógvani Weihe.

Í handlinum er ein rúgva av bæði arbeiðs- og frítíðaklæðum at finna. Nevnast kunnu eitt nú kend merki sum Bergans, Helly Hansen, Fjällräven og Columbia. Eisini umboða vit svensku arbeiðsklæðini Tranemo, sum latið verður væl at.

Hóast nógvar vørur eru á goymslu, er minni enn so alt, ið umboðað og selt verður, sum yvirhøvur kemur í bygningin. Nakað verður selt upp á “provisión” beinleiðis frá framleiðara til brúkara.

Umframt at umboða slíkt, sum kemur í handilin ella hevur við handilin at gera, hevur hendan vinnan havt við sær, at Jógvan Weihe seinnu árini eisini hevur verið skipaumboð hjá serliga norskum línuskipum, ið hava fiskað undir Føroyum. Skipini hava keypt útgerð frá fyritøkuni, og soleiðis er sambandið komið í lag.

Men ikki ber til at tosa um fyritøkuna Jógvan Weihe, uttan at komið verður inn á urtagarðsrøkt og velting. Tað er her, seteplini og handilstøðini verða keypt á hvørjum ári, eins og tað eisini er her, at tað stóra úrvalið av urtagarðsamboðum er at finna. Stutt sagt alt til urtagarðin, uttan livandi plantur, eru at fáa í handlinum.

So neyðugt er ikki at leita aðrastaðni, tá tað, sum brúk er fyri, fæst frá okkum.