Soleiðis velur tú kikara

Fyrst skal tú vita hvat kikarin skal nýtast til. Er tað í báti, veiðu, seyðahald ella út at ferðast.

Tú kanst velja hesu 4 sløgini. 1: Compact, 2: Outdoor, 3: Marine ella 4: Spottingscope

1. Um tú altíð vil hava møguleika at taka kikaran við tær, burdi tú valt kikaran Compact. Teir eru lítlir og lættir og fylla ikki nógv. Tú kanst hava hann hjá tær, um tú fer ein langan ella styttri gongutúr.

1a. Um tú skal velja ímillum 8x og 10x øking eru tað tvey ting tú skal hugsa um. - 8x er lættari at halda stillur, um tú er móð/ur. - 10x hevur ein fyrimun, um tú vilt síggja langt ella eftir smáum lutum.

2. Er tað støðufesti, ljósstyrki, og ein sum er lættur at halda í, ið er tað týdningarmesta, so skalt tú velja Outdoor-kikaran. t.d. til veiðu, í náttúruni ella at hyggja eftir fuglum.

2a. Vel linsuna, ið er 32, 42 ella 50mm í tvørmát, tí um linsan er størri fær ein meira ljós inn og tað verður lættari at síggja tá tað er skýming og lýsing. Um kikarin er størri, verður hann tyngri. Hugsa so um, at um kikarin verður ov tungur, verður hann kanska standandi heima.

2b. Um tú skalt velja ímillum 8x og 10x øking eru tað tvey ting tú má hugsa um. - 8x er lættari at halda stillur, um tú er móð/ur, og tað er lættari at finna motivi. - 10x er góður um tú vilt síggja langt ella vil síggja smálutir.

3. Um tú vilt hava kikaran við í bátin, vel so ein 7x50 Marine-kikara. So fært tú eina róliga og stilla mynd, tá tú hyggur úteftir havinum. Kikarin hevur eisini stóra ljósstyrki, sum gevur tað besta útsýnið um kvøldi og náttina.

3a. Fyrimunurin við at velja ein kikara við peilikumpassi, er at tú skjótt kanst siga hvar tú hevur funnið motivið við at siga kumpasættina.

4. Ynskir tú at koma heilt nær motivi, skal tú velja Spottingscope.

4a. Hygg at støddini og vektini. Skal tað verða ein, ið er lættur, skal man velja ein ið er 50-65mm.

4b. Er ljósið týdningarmikið, tá tað er myrkt og lýsing, skal tú velja ein, ið er 70-88mm.

4c. Fyri at eygleiða við báðum eygum, vel so ein FOCUS OBSERVER.

4d. Nú er tíð uppá at velja linsuna. Við at suma linsuna kanst tú broyta økingina, tú kemur skjótt tættari, tær eru lættar, glíða lætt og smidligar. LER er ein linsa, ið er løtt fyri eyga at nýta. W-linsan hevur eina fasta øking, við einum breiðum sjónarringi, sum ger tað lættari at finna og fylgja motivinum.