Um okkum

 

Fyritøkan hjá Jógvani Weihe í Havn byrjaði sum heilsøla í 1991 við, at maðurin aftan fyri
fyritøkuna var arbeiðsleysur. Við áræði og áhaldni varð bygd upp ein nýggj fyritøka, og í dag
er handilin í Stiðjagøtu ein av kendastu handlum av sínum slagi í landinum. Fyritøkan byrjaði
við seteplir, tøð og smálutir til handlar kring alt landið.

Eftir at hava húsast í leigaðum hølum ymsastaðni í Havnini og seinast á Staravegi, flutti
fyritøkan í 2004 í nýggjan, rúmligan handilsbygning við Stiðjagøtu úti í Havnardali.

Fyritøkan hevur síðani hon byrjaði í 1991, førkað seg meiri frá at verða heilsøla, til at verða
ein handil fyri øll. Her ber til at fáa mestsum alt, og kent er at, “um tað ikki fæst hjá Jógvan
Weihe, so fæst tað ikki”.

 

Vælkomin til P/F Jógvan Weihe

Brøðurnir Ólavur og Gunnar Oluf Weihe

Ólavur WeiheGunnar Oluf Weihe