Keypstreytir
Hesar treytir eru galdandi fyri vørukeyp á www.weihe.fo
Gjalding:
Vit taka bert ímóti gjaldskorti á heimasíðu okkara.
Tá ið tú skalt rinda, skalt tú skriva langa kortnummarið, hvønn mánað og ár kortið gongur út og tey 3 eftirlitstølini, ið standa á baksíðuni á kortinum.
Vit taka ímóti hesum gjaldskortum: MasterCard, Visa, JCB, Union Pay og Diners Dankort.
Útbering:
Vit senda vørur út til allar Føroyar.
Keypir tú áðrenn kl 10.00 ein gerandisdag, verður vøran send sama dag.
Býrt tú uttan fyri meginøkið, kann tað taka 1-2 dagar, áðrenn vøran er hjá tær.
Keypir tú í vikuskiftinum ella ein heiligdag, verður vøran send komandi gerandisdag.
Vit senda ókeypis, um tú keypir fyri yvir 500 kr. Er keypið undir 500 kr., er kostnaðurin 50 kr. fyri útbering.
Skal vøran sendast til útlandið, heita vit á teg um at seta teg í samband við okkum.
Umbýting:
Vøran kann býtast um í 14 dagar eftir keypið, um vøran er í sama standi, sum tá hon varð keypt.
Hetta kann gerast við at koma inn í handilin hjá okkum á Stiðjagøtu 10
ella við at senda vøruna aftur til okkum.
Velur tú at senda vøruna aftur, rindar keyparin fyri hetta.